18 tons av neyðhjálparvørum av Eiði til Letlands

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Leygardagin 24. februar var Grønasmiðja á Eiði karmur um eina stóra uppgávu, í samband við neyðhjálpararbeiði hjá tvørkirkjuliga hjálparfelagsskapinum Tabitas Sirds. Yvirsett úr lettiskum merkir heitið á felagsskapinum “Hjarta í Tabitu”.

Byrja var klokkan 10 leygarmorgunin, tá 17 fólk savnaðust fyri at pakkað tvær bingjur við alskyns tilfari, at senda til Lettlands, har felagsskapurin hevur høvuðssætið. Bingjurnar vóru fyltar við eitt nú koyristólum, sjúkrahússeingjum, klæðum, køksamboðum og barnavognum. Fitt av vørðuni verður sent úr Lettlandi, til neyðstødd fólk í Ukraina.

Hetta arbeiðið byrjaði í 2017 og tilsamans eru 12 bingjur sendar hesi árini. Fyri nøkrum árum síðani, lat Eiðis skúli borð og stólar til tvær skúlastovur. Alt arbeiði er ólønt og sjálvboðið, og farmurin er goldin við gávum frá fyritøkum og einstaklingum. Tilsamans var talan um áleið 18 tons av vørðum. Annars kann nevnast, at navnið Tabitas kemur úr Ápost. 9:36, har tað stendur soleiðis:

“Í Joppe var millum lærisveinarnar kvinna, ið æt Tabita, tað er útlagt: Dorkas. Hon var rík av góðum verkum og gav nógvar olmussur.”

Niðanfyri sæst eitt timelaps (tíðartódn) av arbeiðinum hjá Tabitas Sirds stuðlum í Føroyum. Tey hava facebook síðu, ið sæst her.

 

 

Myndasavn