Námsfrøðingur til Korndalsgarð

 

Námsfrøðingur til Korndalsgarð

 

Við hesum verður søkt eftir námsfrøðingi til dagstovnin Korndalsgarð á Eiði.

 

Søkt verður eftir námsfrøðingi til barnagarðsstovu at arb. 25 tímar um vikuna, til at byrja 21. okt. ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt farloyvisstarv, men møguleiki er fyri føstum starvi. Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

 

Í Korndalsgarði arbeiða vit við at stimbra barnsins motorisku førleikar, eins og vit leggja stóran dent á nærveru og at síggja børnini har, ið tey eru.

 

Vit vænta at umsøkjarin:

– er jaligur.
– lagar seg til arbeiðsviðurskiftini á stovninum.
– er nærløgd/nærlagdur.
– nærverandi.
– megnar at halda fokus á børnini.
– torir at ávirka.

Í Korndalsgarði ganga 53 børn, og stovnurin er samansettur av tveimum vøggustovum og tveimum barnagarðsstovum.

 

Eru spurningar ella ivamál, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðaran, Hildur Kruse Sørensen, á tel 740410 ella á t-post korndalsgardur@eidi.fo.

 

Umsókn við prógvum, og møguligum viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 7. okt. 2019, og kann sendast til eidi@eidi.fo ella til Eiðis Kommunu, Brekkuvegur 37, 470 Eiði.