4-6 eldraíbúðir og framtíðartryggja Korndalsbýlið
29. desember 2020
Eiðis kommuna hevur keypt matr. 146b við ástandandi húsi. Talan er um økið beint við Korndalsbýlið.
Við keypinum fær kommunan fjøllbroyttar bústaðarmøguleikar, samstundis sum økið framtíðartryggjar Korndalsbýlið á Eiði.
Húsið skal umbyggjast til eldraíbúðir. 1,5 millión er sett av á fíggjarætlanini fyri 2021. Mett verður at 1,5 mió er nóg mikið, til at gera tvær íbúðir í miðhæddini lidnar.
4-6 íbúðir fáast í húsinum.
Við at keypa matr. 146b, hevur kommunan eisini framtíðartryggjað Korndalsbýlið. Kommunan hevði ógvuliga avmarkaðar møguleikar at byggja Korndalsbýlið út, men hetta gevur munandi betur møguleikar at byggja út norðeftir.
Matr.146b við ástandandi húsi, er keypt fyri 2 milliónir.