Nýggja EB húsið reist

Orð: Martin Kristoffur Kristiansen

Myndir: Martin Kristoffur Kristiansen/Fróði R. Petersen

Týsdagin 17. juni varð uppíbygningurin til ítróttahøllina reistur og Merkið varð vundið í húnar hátt.

Hátíðarhaldið byrjaði klokkan 16:00, har møguleiki var hjá áhugaum at síggja húsini, og fáa eina rundvísing. Jógvan í Skorini, borgarstjóri, segði nøkur orð, og síðani varð bjóða til smyrjibreyð, vinarbreyð og annað gott.

Húsið skal í høvuðsheitum hýsa Eiðis Bóltfelag, men samstundis skal uppíbygningurin verða til gagn fyri allar borgarar í kommununi.
Tað er lokala byggifyritøkan Hammersmíð, ið stendur fyri arbeiðinum.

Arbeiðið hevur gingið væl og eftir ætlan skal partur av húsinum verða klárur at taka í nýtslu tá hondbólturin byrjar í vetur.

Myndasavn