
Nýtt frímerki myndar málning hjá Sigrun Gunnarsdóttir
4. september varð eitt nýtt frímerki givið út á heimsframsýningini EXPO 25 í Osaka, Japan.
Í tíðindaskrivi sigur Posta m.a.:
”Frímerkið myndar málningin hjá Sigrun Gunnarsdóttir “Omma og eg”, har omma og dóttir sita og binda hvør sína ermu á somu troyggju.
Útgávan, sum hevur heitið Fjálgandi hendur, varpar ljós á hendur í føroyskari mentan – sum ímynd upp á kærleika, umsorgan og dagligt arbeiði.
Hendur, ið leiða børn, veita troyst, arbeiða og binda ættarlið saman.
Hetta tætta sambandið millum børn og vaksin sæst tíðum aftur í verkunum hjá listakvinnuni, Sigrun Gunnarsdóttir. Frímerkið heiðrar felagsskap og familjuvirði, sum ígjøgnum ættarlið hava sett sín dám á lívið í Føroyum”
Tað var Ingun N. Olsen, leiðari av frímerkjadeildini hjá Posta, ið avdúkaði nýggja frímerkið og hevði annars ein sera áhugaverdan fyrilestur um “frímerkjasøgu Føroya.”
Við hesum vil Eiðis kommuna ynskja Sigrun til lukku við nýggja frímerkinum.