
Atkomuviðurskiftini broytast til Kolshøll
7. oktober 2025
Eiðis bygdaráð samtykti á seinasta bygdaráðsfundi at betra munandi um atkomuviðurskiftini í Kolshøll.
Tað eru longu næstan 10 ár síðani fyrsti partur av Kolshøll bleiv tikin í nýtslu, men atkomuviðurskiftini hjá illa gongdum og koyristólsbrúkarum hevur ikki verið nøktandi. Nú verður hetta broytt.
Bygdaráðið í Eiðis kommunu tók av tilboðið frá Kruse Lie á seinasta bygdaráðsfundi. Nú verða nýggjar trappur og ein rampa gjørd uttanfyri inngongdina, soleiðis at atkoman verður munandi betur fyri øll.
Arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt fyrst í november.