Kunning viðv. beinkrím og covid19 koppseting

Mælt verður til, at hesir bólkar, lata seg koppseta:



  • Tey, sum eru 65 ár og eldrið
  • Fyritíðarpensjónistar (bert beinkrím)
  • Tey, sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, um tey fáa smittu
  • Tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta órinsverju
  • Húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki
  • Heilsu og røktarstarvsfólk
  • BMI yvir 35
  • Barnakonur frá 13. viku



    Tú kanst koppsetast fyri beinkrím og covid 19 sama dag

    Ert tú í iva, um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kanst tú venda tær til okkum við fyrispurningi. Ert tú undir 65 ár og ikki líkir krøvini fyri ókeypis koppseting ímóti beinkrím, kanst tú gjalda hetta sjálv/ur. Um tú ynskir koppseting ímóti covid19 og ikki líkur krøvini, ber til at venda sær til apoteki.

    Bílegg tíð á minlaekni.fo ella ring 423006 millum klokkan 8-11. 

    Vit fara fyribils, at koppseta: 

    24/10, 28/10, 30/10, 31/10, 7/11, 12/11. 13/11, 14/11 og 21/11. 

    Læknaviðtalan við Norðskála