Fíggjarætlanin í Eiðis kommunu samtykt

Á bygdaráðsfundinum 27.11.2025 samtykti Eiðis bygdaráð fíggjarætlanina við 2. viðgerð.

Fíggjarætlanin javnvigar við kr. 57.417.000,00 og 18.765.000,00 skulu brúkast til íløgur í 2026.

Komandi tíðina fara vit at skriva um nakrar av íløgunum, sum eru samtyktar í fíggjarætlanini.

Á inntøkusíðuni kann sigast at Eiðis kommuna fær:

32.500.000,00 í persónsskatti.

10.205.000,00 í skatti av eftirlønum.

1.262.000,00 í flyting fyri DIS FAS etc.

1.000.000,00 í partafelagsskatti.

300.000,00 í tænastugjaldi fyri tóm býli.

15.500.000,00 í lántøku, til vegagerð og bygging av frítíðarskúla.

Bygdaráðið samtykti at skattaprosentið framvegis skal vera 18,75% og barnafrádrátturin kr. 8.000,00.

Eiðis kommuna varveitir tískil lægsta skattaprosent í miðstaðarøkinum og ein høgan barnafrádrátt.