
Frítíðarkortið uppá 2.500 krónur
Frítíðarkortið bleiv samtykt fyrstu ferð í 2019 og bleiv tikið í nýtslu í 2020.
Tað eru ótrúliga nógv, ið hava notið gott av frítíðarkortinum, og mett verður at fleiri børn og ung eru virkin í frítíðarítrivum í dag, í mun til áðrenn frítíðarkortið.
Tað er av alstórum týdningi at børn ikki setast aftur í samband við frítíðarvirksemi tí fíggjarliga orkan ikki er til staðar. Við frítíðarkortinum hava vit tryggja øllum javnbjóðis møguleikar at vera við í frítíðarvirksemi.
Síðani 2019 hevur frítíðarkortið verið kr.2000. Bygdaráðið er í samband við fíggjarætlanina, komin ásamt um at gjaldið verður hækkað, soleiðis at gjaldið í 2026 verður kr. 2.500,00.
Komandi tíðina fara vit at vísa á ymsar íløguætlannir og raðfestingar hjá Eiðis kommunu fyri 2026, tit eru vælkomin at fylgja við á heimasíðu okkara.

