
Øll kommunan vetrarfriða í 2026
Eiðis bygdaráð hevur samtykt fíggjarætlan fyri 2026. Samtykt varð m.a. at seta pening av til at vetrarfriða Ljósá.
Tilgongdin við at vetrarfriða Eiðis kommunu byrjaði í 2015, tá ið avtala varð gjørd hagapartarnar Norður og Suðurhelvt á Eiði. Árið eftir bleiv hegnað og rulluportur sett upp og harvið var Eiðis bygd vetrarfriða.
Fýra ár eftir hetta, í 2020, var avgerð tikin um at vetrarfriða Svínáir. Tá varð sáttmáli gjørdur við hagapartin Svínáhaga sunnara part. Nú er so ein ætlan samtykt um at vetrarfriða Ljósá í 2026.
Við ársbyrjan 2026 er ætlanin at fara í samráðingar við avvarandi hagapartar. Gongst sum ætlað, verður Ljósá, og harvið allar bygdirnar í Eiðis kommunu vetrarfriðaðar í 2026.
Komandi tíðina fara vit at vísa á ymsar íløguætlannir og raðfestingar hjá Eiðis kommunu fyri 2026, tit eru vælkomin at fylgja við á heimasíðu okkara.

