Gongutúrur jólaaftansmorgun

Jólaaftansdag klokkan 10.00 – áðrenn jólafriðurin veruliga hevur lagt seg og jólatræ, jólamatur og jólagávur verða á skránni – verður skipað fyri jólatúri á Eiði.

Tiltakið verður skipað soleiðis, at øll byrja við Hólmahúsið, fyri síðani at ganga ella renna runt vatnið eina ferð. Vit endað aftur við Hólmahúsið til ein góðan kaffimunn. Sunkist verður eisini til børnini. Drigið verður millum tey luttakandi um eitt gávukort á 500 krónur frá INN á Eiði.