
Nýtt kvøldskúlaskeið
Lær at gera kompost/sankutøð til garðin ella veltuna.
Vit møtast eini 4 týskvøld í februar og mars at læra at gera kompost / sankutøð. Hetta er rætta tíðin at fyrireika seg, so klárt er til várið og summarið, tá gróðurin rættiliga kemur fyri seg. Skeiðið kostar 200 krónur.
M.a. hesi evni verða viðgjørd:
Hvat er kompost / sankutøð?
Hvussu gera vit gott kompost?
Hvat kann koyrast í kompost?
Ymsir mátar at gera kompost
Hvussu brúka vit kompost í garðinum?
Hvat ger kompost /við moldina?
Og kanska okkurt afturat, sum tekur seg upp í undirvísingini
Nær: Týskvøld kl. 19 – 21 í seinnu helvt av februar og fyrru helvt av mars – kann tillagast eftir avtalu við luttakararnar
Hvar: Eiðis skúli
Undirvísari: Óli Wolles, tlf. 74 20 31
Skeiðið kostar 200 krónur. Keyp pláss til skeiðið her.

