Kunngerð Fólkatingsval

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at FÓLKATINGSVALIÐ týsdagin, tann 24. mars 2026 fer fram í Kolshøll á Eiði.

 

Atkvøðugreiðslan er millum kl 0900 – kl. 2000. Valkort verða send veljarum við postinum. Um onkur ikki hevur fingið valkort, kann hann venda sær til kommunuskrivstovuna.

 

Brævatkvøður : Veljarar, sum vegna sjúku ella sambært vallógini á annan hátt lúka treytirnar fyri at velja heima, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá.

Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er mánadagin, tann 23. mars 2026.

 

Eiði, tann 09. mars 2026

 

 

EIÐIS BYGDARÁÐ