Korndalsgarður søkir námsfrøðingar

Dámar tær at fara út í náttúruna við børnunum?

Ynskir tú at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum?

Kundi tú hugsa tær at havt ávirkan á títt arbeiði? Vilt tú hava góða tíð til fyrireiking?

Hetta kanst tú fáa og nógv annað, um tú velur eitt starv á Eiði.

Korndalsgarður á Eiði søkir eftir tveimum námsfrøðingum at starvast í frítíðarstovninum Spíranum og Læknahúsinum 20 tímar um vikuna. Møguleiki er eisini at fáa tímar í kvøldvirkseminum fyri ung.

Tveimum námsfrøðingum at starvast á barnagarðstovu fulla ella niðursetta tíð. Les alla starvslýsingina.