
Ódnartøk á Eiði: Orð og myndir
17. mai 2026
Orð og myndir: Martin Kristoffur Kristiansen
Leygardagin 16. mai vóru Ódnartøk á skránni á Eiði. Nógv fólk vóru savnaði saman á keiøkinum, har spenningur var í luftini til hetta søguliga tiltak, ið var á Eiði fyri fyrstu ferð. Tað hevði hug at dropa av og á, men annars var veðrið av tí allarbesta. Spenningurin var sum vera man øgiligur millum fjøldina, og fyri eiðisfólk gjørdist úrslitið nakað at gleðast um, tá Flógvin hjá Eiðis róðrarfelag vann bronsu.
Eiðis kommuna ynskir Eiðis róðrarfelag hjartaliga tillukku við úrslitinum og væl frágingna tiltakinum.

