Bygnaðarbroytingar í Eiðis kommunu

Nú verða bygnaðarbroytingar í Eiðis kommunu. Bygnaðarbroytingarnar hava við sær, at ein húsavørður nú verður knýttur at økinum undir Kolshjøllum, t.e. skúla, frítíðarskúla og høll, og ein annar húsavørður knýttur at økinum í Hólmanum og havnalagnum t.e. Korndalsgarður, vøllur, Hólmahús, Korndalsbýli og havnalag.

Nikkel Nielsen sum hevur verið í starvnium sum húsavørður í Eiðis skúla, ítróttarhøllini og Korndalsbýlinum, kemur at røkja økið undir Kolshjøllum.

Oddur Ejdesgaard, sum hevur verið húsavørður, havnafúti og arbeiðsformaður, verður framyvir húsavørður í økinum í Hólmanum og havnafúti.

Tað merkir at nýggjur arbeiðsformaður skal setast.

Ætlanin er somuleiðis at seta ein persón afturat í toymið av arbeiðsmonnum hjá kommununi. Viðkomandi kemur, eftir ætlan, í starv eftir at nýggjur arbeiðsformaður er settur.

Endamálið við bygnaðarbroytingini er, at fáa bygningarnar í kommununi í tryggari karmar. Tá staðbundir húsavarðar verða knýttir at bygningunum hjá kommununi, skuldi hetta eisini sæst aftur í tí dagliga.

Endamálið er somuleiðis at minka um arbeiðsbyrðuna hjá arbeiðsformanninum, so at hesin kann hugsavna seg um tær arbeiðsuppgávur viðkomandi er settur til.

Bygnaðarbroytingin kemur í gildi tá nýggjur arbeiðsformaður er settur.