Eiðis bygd listprýdd

Myndir: We Need Art. 

Navnframi Edoardo Ettore, hvørs veggjalist varð vald til at verða millum trý tey vakrastu í heiminum í 2025, hevur seinastu dagarnar málað á Eiði.

Tað er eitt samstarv millum lokalar eldsálir, Eiðis kommunu og We need art, sum hevur fingið hetta at bera til.
Fríggjadagin 5. juni kom Eduardo til bygdina og hann fór í gongd beinanvegin.

Avtalað varð at mála gamla tarvafjósið. Tað vigraði so mikið væl, at hetta listaverk bleiv liðugt eftir fáar dagar.
Istaverkið á tarvafjósinum kann tulkast sum ein omma, sum hvílir seg í túninum, eftir eina deiliga løtu saman við ommubørnunum. (sí mynd í greinini). Ein vakur veggjamálningur sum absolutt lýsir nógvar føroyskar ommur, ommur sum veruliga geva sær tíð til síni ommubørn.

Av tí at tíð leyp av, var møguligt at mála enn ein vegg.

Hin veggurin sum bleiv málaður var fjósið í Miklagarði.

Í Miklagarði eru heilt nógvir bátar smíðaðir, og hóskandi fyri hendan veggin, var listaverkið av einum smádrongi sum heldur einum borðabáti.

Umframt listaverkini, skipaði Edoardo eisini fyri einari væleydnaðari verkstovu í skúlanum, har lokalir listaspírar fingu møguleika at royna seg, og fáa íblástur til sína egnu list.

Ein serlig tøkk til We need art sum samskipaði verkætlanina, Niels Fríðheim, sum fekk verkætlanina norð til Eiðis og samskipaði lokalt, og Emmu og Boga Hammer sum hava tikið sær av Eduardo, meðan hann hevur verið her norðuri.

Samanumtikið tvey listaverk og verkstova, sum vit í Eiðis kommunu eru ótrúliga glað fyri at hava fingið.

Myndasavn