Sólarmyrkingin – Ein serlig løta á Eiði

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen

Í gjár, mikudagin 12. august, vóru nógv fólk kring heimin, ið vóru spent at fylgja við sólarmyrkingini.

Her heima darvaðu skýggj útsýnið nógvastaðni kring landið, men á Eiði vóru vit so heppin, at sólin kagaði fram, júst tá mánin fór framman fyri hana.

Sólarmyrkingin sást tí serliga væl her hjá okkum – og eftir øllum at døma var Eiði eitt av heilt fáum støðum í Føroyum, har til bar at uppliva fyribrigdið.

Av tí sama var tað sum á Ólavssøku Uppi á Grind, har ein stór mannamúgva var savnað saman fyri at uppliva hesa serligu løtuna.

Tað er ikki á hvørjum degi, at vit kunnu standa heima á Eiði og síggja eina sólarmyrking. Hesaferð vóru vit á rætta staðnum undir rætta gloppinum í skýloftinum.

Ein stutt, men serlig løta á Eiði.

Myndasavn