Arbeiðsfólk til Eiðis kommunu

Eiðis kommuna søkir arbeiðsfólk til tekniska økið

Eiðis kommuna søkir eftir einum ella fleiri arbeiðsfólkum til tekniska økið at byrja skjótast gjørligt.

Arbeiðsuppgávur

Størvini fevna um vanligt kommunalt arbeiði og røkt av teknisku skipanunum hjá kommununi. Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað:

  • arbeiði við kloakk og vatnveiting
  • viðlíkahald av vegum og kommunalum økjum
  • annað fyrifallandi arbeiði hjá kommununi

Tey, ið sett verða, koma í dagliga arbeiðnum at vísa til arbeiðsformannin, Magnus Paula Hammer.

Førleikakrøv

Vit vænta, at tú:

  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
  • ert álítandi og tekur ábyrgd
  • ert fleksibul og kanst arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, tá tørvur er á tí
  • hevur koyrikort
  • helst hevur viðkomandi arbeiðsroyndir

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við arbeiðsuppgávum, sum líkjast teimum, ið størvini fevna um.

Løn og setanartreytir

Løn verður ásett sambært avtalu.

Umsókn og nærri upplýsingar

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til borgarstjóran, Jógvan í Skorini, á tel. 740400.

Umsókn saman við møguligum prógvum og ummælum skal vera Eiðis kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. september 2026.

Eiðis kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar, at seta ein ella fleiri skikkaðar umsøkjarar ella ongan at seta.