Ókeypis konsert í Kolshøll við Norðan
3. september 2026
Angelika Hansen (fiól), Thomas Loefke (harpa og myndir)
Føroyski fiólleikarin Angelika Hansen og Thomas Loefke, sum er búsitandi í Berlin og spælir keltiska harpu, umframt at vera myndamaður, hava eitt áhugavert samstarv. Tey sameina teirra egnu stykkir, ið byggja á keltiskan og norðurlendskan tónleik, við fólkatónleiki úr Føroyum og Írlandi. Ein hugtakandi norðuratlantisk ferð við fiol, keltiskari harpu, og myndtøku. Konsertin byrjar 12. september klokkan 16:00.
Tvær fløgur – “Norðan“ og “Norðan2“ – eru komnar út á Tutl.
