Mistela: Listakvinnan á kvistinum

Keldur:  Five Years In A Faroe Attic, Vermont Historical Society, Columbia University, Minnesota Historical Society, SKIFTI 2023 faldari.

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Tá vit í 2026 ímynda okkum Eiðis bygd fyri 112 árum síðani, kann tað skjótt henda, at tankarnir fara til eina bygd, ið var heilt avskorin. Langt var millum bygd og bý í Føroyum tá, fyri ikki at tala um, hvussu stórur og fjarskotin útheimurin mundi tykjast. Men hvussu avskorna vit enn ímynda okkum bygdina, so gekk um aldarskiftið ein gerandisgestur millum eiðisfólk, sum kom úr stóru verð.

Ein novemberdag í 1914 kom ein bátur til Eiðis við einari heilt serligari kvinnu umborð. Hetta var ikki fyrstu ferð hon vitjaði bygdina, men júst hendan ferðin skuldi vísa seg at gerast heilt serlig.

Hendan kvinnan skuldi fáa stóra ávirkan á listarligu søguna hjá Eiði við at geva íblástur og eggja listarligu evnunum hjá einum eiðismanni. Hendan greinin sigur søguna um Mistelu – hvør hon var, og um tíðina á kvistinum á Eiði.

Elizabeth Taylor varð borin í heim 8. januar 1856 í Columbus í Ohio, men vaks upp í Saint Paul í Minnesota. Hon var fimta og yngsta dóttir James Wickes Taylor og Chloe Sweeting Langford Taylor.

James W. Taylor var amerikanskur konsul í Winnipeg í Kanada, og á ferðum sínum hevði hann ofta yngstu dóttrina við. Hesar ferðirnar vaktu stóran áhuga í Elizabeth fyri ferðing og náttúru.

Elizabeth Taylor las list í New York og á Académie Delécluse í París. Hon livdi av list síni og av at skriva ferðafrásagnir frá sínum mongu ferðum í Norðuramerika, Íslandi, Noregi og Føroyum.

Tá ið hon vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í 1895, var Elizabeth Taylor longu von at ferðast langt og leingi. Sjey ár frammanundan, í 1888, gjørdist hon partur av einum ferðalagi, sum ferðaðist eftir Nipigonánni í Kanada. Ferðin á ánni tók nærum tvær vikur. Í 1892 ferðaðist hon 2414 kilometrar eftir Hudson ánni norð til polarøkið.

Ætlanin við ferðini var at avmynda og tekna Hudson ánna. Umframt hetta savnaði hon saman 150 plantusløg, áleið 100 smákykt, 14 fuglar, nakrar myndir og tekningar gjørdar í skundi, 150 tekstsíðir og eitt músaskinn”. Eftir ætlan skuldi hetta sendast til Smithsonian savnið, men hetta varð noktað, tí mett varð, at tað, hon hevði savnað saman, var ov amatørkent.


Ein tekning, sum Elizabeth gjørdi á Hudson ferðini. (1892)

Hon kom fyrstu ferð til Eiðis tíðliga í 20. øld. Tá búði hon hjá Caroline Amaliu og Jens Jørgen Kruse, sum vóru foreldrini hjá Niels Kruse. Ymiskt bendir á, at hon longu tá gav listarliga áhuganum hjá Nielsi íblástur og eggjan.

Ógreitt er, hvussu leingi hon var á Eiði hesa fyrstu vitjanina, men hon vitjaði nakrar ferðir millum 1900 og 1905. Tá ið hon aftur kom til Eiðis í november 1914, var fyrri heimsbardagi longu brostin á. Ætlanin var bert at vera har í nakrar mánaðir hjá Oliver Øster og Amalyu, men kríggið, trupulleikar við ferðing, passviðurskifti og heilsustøða hennara gjørdu, at Elizabeth varð búgvandi á Eiði í nærum fimm ár.

Amerikanska listakvinnan gjørdist ein sonn bygdamynd og varð kend millum eiðisfólk sum “Mistela”. Eyknevnið stavar frá føroyska framburðinum av “Miss Taylor”.

Í frásøgnini Five Years in a Faroe Attic, ella Fimm ár á einum føroyskum kvisti, skrivar hon millum annað soleiðis um komu sína til Eiðis, her í føroyskari týðing:

Eg fór úr Tórshavn tíðliga á morgni í einum opnum motorbáti, ið var fullur av ferðafólki, bagasju, farmi, posti, trimum seyðum, einari kúgv og einari stórari tunnu við sápu, ið lak sera illa og skjótt rann út um alt dekkið og yvir okkum øll. Seinni fór at regna, og hetta hevði við sær, at vit øll vóru væl innsmurd í hesum skúminum.

Komin í land vóru Krusar allastaðni. Krusar komu ímóti mær og hjálptu mær í land, og longri uppi vóru fleiri Krusar til reiðar at heilsa mær og hálsfevna meg.

Frásøgnin er sett saman úr brøvum, ið Mistela sendi einari kvinnu, sum hon kendi, nevnd Helen. Ógreitt er júst, hvør hendan kvinnan var.

Í hesum brøvunum lýsir hon gerandisdagin á kvistinum og í einari bygd, ið var ávirkað av heimsstøðuni. 15. Juni 1916 skrivaði hon soleiðis um vikuna, ið hon upplivdi hana, og um tá eiðismenn fingu deyðsboðini av bretska  heryvirmanninum, Lord Kitchener, ið doyði tá ið skip hansara, HMS Hampshire, rakti eina minu.

Vit hava havt eina óttafulla viku. Fyrst hoyrdust søgur um mikla sjóbardagan út fyri Jútland, og síðani komu deyðsboðini um Lord Kitchener. Áðrenn kríggið vistu føroyingar ikki nógv um stóru verð, men Kitchener kenna teir, og deyðsboðini kennast sum ein persónligur missur hjá fleiri teirra – sum at enn ein verjuskansi er fallin. Tá ið eg frætti boðini, fór eg oman til Krusa-handilin við einari mynd av Kitchener. Har eru fiskimenn vanir at standa og práta og roykja. Eg var beinanvegin kringsett, tí teir vóru sera spentir at síggja myndina. Teir gjørdust rørdir og søgdu síðani blídliga: “Hatta var ein djarvur og góður maður.“

Eisini  hugleiddi hon um, at eiðisfólk nevndu hana Mistelu:

Tað tykist, sum halda eiðisfólk, at eg eiti Mistela. Tey halda, at tað er eitt fornavn líkt Marguerite ella Malene. Mær dámar serliga væl, tá ið børnini rópa: “Nú kemur Mistela!”, ella tá ið foreldrini siga við børn síni: “Bið nú Mistelu pent góðan dag.” Síðani siga tey við meg í kóri: “Góðan dag, Mistela.”

Mistela í báti saman við Oliver Øster (1916)

Mistela helt til á Kvistinum, meðan Amalya, vanliga nevnd Malla, og maður hennara, Oliver Øster, búðu niðri í húsinum. Amalya var systir Niels Kruse. Elizabeth skrivar soleiðis um sambandið millum tey:

Sambandið og vinarlagið millum Kvistin og Húsið er sera gott. Javnan hendir tað, at tá ið eg ætli mær oman til teirra við einari dós av tomatum ella einari hvítarót, møti eg Amalyu í trappuni, tí hon er á veg upp til mín við stoktum fiski ella einari pannukøku.

Mistela hevði veikt hjarta, og hennara egnu brøv vísa, at bæði heilsan og praktisku viðurskiftini undir krígnum forðaðu henni í at ferðast heim. Fyri at fáa neyðugu ferðaloyvini skuldi hon møta persónliga upp í Keypmannahavn, men ferðin hagar var long og vandamikil hjá henni. Samstundis gjørdist hon góð við eiðisfólk, og tey við hana.

Millum tey fólkini á Eiði, sum hon gjørdist serliga góð við, var Niels Kruse.

Niels Kruse hevði verið áhugaður í list frá ungum árum. Tá ið Elizabeth vitjaði foreldur hansara tíðliga í 20. øld, hitti hon Niels. Sambært familjufrásagnum varð hann hugtikin av at síggja hana gera blýantstekningar, og ymiskt bendir á, at hon seinni gav honum bæði íblástur og listarlig ráð. Einki varðveitt tilfar prógvar tó, at talan var um skipaða undirvísing.

Fleiri brøv frá Nielsi til Elizabeth eru varðveitt, og tey vísa, at vinarlagið helt fram, eftir at hon fór heim til USA. Brøv frá Elizabeth til Niels eru hinvegin ikki funnin.

Í einum av varðveittu brøvunum greiðir Niels henni frá einum møguleika at sýna ein av málningum sínum fram á Charlottenborg í Danmark. Málningurin varð fyrst vrakaður, men seinni varð ein málningur hjá honum tikin við á framsýningina. Brøvini vísa, at Niels helt Elizabeth kunnaða um list sína, handilin og tíðindi úr bygdini.

Elizabeth Taylor fór av Eiði og úr Føroyum í august 1919. Í oktober 1921 varð ferðafrásøgnin Five Years in a Faroe Attic fyrstu ferð prentað í tíðarritinum The Atlantic.


Elizabeth Taylor í Vermont (1912)

Seinni í 1920-árunum búsetti hon seg nærindis Rochester í Vermont, har hon búði í einari lítlari smáttu saman við kettu síni, Belindu. Hon búði á lendi, ið vinkona hennara, Blanche Dunham Hubbard, átti. Um smáttuna skrivaði hon: Smáttan hjá mær er lítil og ábær. Vindurin blæsur úr øllum ættum, og tað er synd at siga, at smáttan er heit.

Hon giftist ongantíð og nýtti seinastu árini til at skriva, mála og fáast við urtagarðin.

Elizabeth Taylor andaðist 8. mars 1932, 76 ára gomul.

Eftir deyða Elizabeths fekk vinkona hennara, Blanche, og eftirkomarar hennara fleiri av brøvunum í hendi, og síðani gjørdust tey ogn hjá James Taylor Dunn, hvørs omma var systir Mistelu. Dunn savnaði og ritstjórnaði skriv hennara og gav tey út undir heitinum The Far Islands and Other Cold Places í 1997.