ABC vikan í Eiðis kommunu

ABC-vikan er ein árlig temavika í Føroyum, sum Heilsustýrið skipar fyri. Í ár byrjar tiltakið í viku 41.

Endamálið við vikuni er at varpa ljós á sálarliga heilsu og sálarligan mótstøðuføri eftir altjóða leistinum Act-Belong-Commit. Í Føroyum verður hesin boðskapur umsettur til:

• Ver virkin: Ger okkurt munagott, sálarliga, likamliga ella mentanarliga.
• Ver saman: Ver knýtt/ur at einum felagsskapi, vinum ella familju.
• Ver hugbundin: Set tær mál, lær okkurt nýtt ella tak luttak í áhugamálum.

Í ár eru tvey tiltøk í Eiðis kommunu. 7. oktober klokkan 19:00 verður skipað fyri felags bindiklubbi í Látrinum.

Kom við í bindiklubb. Ung sum gomul, tak stokkarnar við! Mikukvøldið 7. oktober savnast vit á Látrinum til eina hugnaliga løtu við stokkum, og einum góðum prátið. Sjálvandi verður kaffi og køka eisini at fáa.

Hósdag 8. Oktober verður skipað fyri Samanrenning, Social Run.

Byrja verður í Hólmanum kl 17.15.

Hettar er ein lættur túrur har øll kunnu verða við, ung sum gomul. Tað verður runnið og gingið eftir tørvi. Kom við.