Kunning um koppseting fyri COVID 19 og beinkrím

Kunning frá læknaviðtaluni við Norðskála viðv. beinkrím og covid 19
koppseting.

Mælt verður til, at hesir bólkar, læta seg koppseta: Tey, sum eru 65 ár og eldri
Fyritíðarpensjónistar (bert beinkrím) Tey, sum eru í vanda fyri at gera álvarsliga sjúk, um tey fáa smittu

Tey, sum hava ávísar sjúkur ella niðursetta órinsverju.

Húskið hjá teimum, sum eru í serligum vandabólki.

Heilsu- og røktarstarvsfólk.

BMI yvir 35

Barnakonur frá 13 viku

Tú kanst koppsetast fyri beinkrím og covid19 sama dag.

Ert tú í iva, um tú kanst fáa koppsetingina ókeypis, kann tú venda tær til okkum við fyrispurningi.

Ert tú undir 65 ár og ikki líkir krøvini fyri ókeypis koppseting ímóti beinkrím, kanst tú gjalda hetta sjálv/ur.

Um tú ynskir koppseting ímóti covid19 og ikki líkur krøvini, ber til at venda sær til apoteki.

Bílegg tíð á minlaekni.fo ella ring tlf. 423006 millum kl. 8-11

Vit fara fyribils, at koppseta: 12/10, 13/10, 15/10, 23/10, 29/10, 30/10, 06/11, og 20/11

Læknaviðtalan við Norðskála