Barnaverndartænastan VEKS

Hevur títt barn ella tín familja tørv á hjálp, ella kennir tú eitt barn ella eina familju, sum tørvar hjálp, skalt tú venda tær til barnaverndartænastuna í VEKS. Samband við Barnaverndartænastuna fæst við at trýsta her.

Vestmanna-, Eiðis-, Kvíkvíkar- og Sunda kommuna samstarva um barnaverndartænastu í VEKS, sambært galdandi lóg um barnavernd.

Endamálið við lógini er at tryggja, at børn, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.

Lógin um barnavernd (logir.fo)

Tá barnaverndartænastan fær eina fráboðan um eitt barn, meta vit um, hvørt talan er um eitt mál, sum er fevnt av lógini um barnavernd. Er eitt barn fevnt av lógini, verða foreldur boðin til samrøðu við ein sosialráðgeva, sum síðan kann bera við sær, at ein fyriskipan verður sett í verk fyri barnið og familjuna.

Barnaverndarnevndin

Marsanna Tummasardóttir, forkvinna           (Sunda kommuna)

Jóna Borgarlíð, varaforkvinna                         (Vestmanna kommuna)

Siri Joensen, nevndarlimur                               (Kvívíkar kommuna)

Paula Bøgesvang, nevndarlimur                       (Eiðis kommuna)

Tórarinn Niclasen á Rípuni, nevndarlimur    (Kvívíkar kommuna)

Vegleiðing at fráboða

Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit kenna til mál, har eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi.

Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum vanliga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hevur herda fráboðanarskyldu, sum merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.

Børn hava rætt til eitt gott lív.

Fæst tú við børn og ung í tínum starvi, og fært tú kunnleika um viðurskifti, ella hevur orsøk til at halda, at børn ella ung liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra sálarligu ella likamligu heilsu og menning, hevur tú skyldu til navngivin at boða Barnaverndartænastuni frá. Herda fráboðanarskyldan er millum annað galdandi fyri læknar, ljósmøður, heilsufrøðingar, lærarar og starvsfólk innan barnaansing.

Herd fráboðanarskylda merkir, at tú hevur skyldu til navngivin at boða frá, um tú fært kunnleika til viðurskifti ella hevur orsøk til at halda, at eitt barn er fyri umsorganarsviki ella ágangi.

Vegleiðing til vanliga borgaran um fráboðan kann takast niður her.

Varnast tú, ella hevur tú orsøk til at halda, at eitt barn livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða sálarligu ella likamligu menningina hjá barninum, eigur tú at senda Barnaverndartænastuni eina fráboðan.

Ert tú stúrin um eitt barn; eygleið so barnið og skriva niður upplivingar, har atburðurin er frávíkjandi. Sama er galdandi fyri atburðin hjá foreldrunum.

Eingi formlig krøv eru til eina fráboðan, men royn at gera lýsingina ítøkiliga. Greið frá tí, tú hevur sæð og tí, sum barnið hevur sagt. Tú kanst eisini greiða frá serstøkum hendingum uttan at gera egnar tulkingar.

Tú kanst lata eina fráboðan bæði skrivliga og munnliga, og tú kanst vera ónavngivin.

Eru tekin um harðskap, kynsligan ágang ella onnur revsiverd viðurskifti, kanst tú annaðhvørt seta teg í samband við løgregluna á tlf. 114, ella venda tær til Barnaverndartænastuna, sum síðan tekur støðu til málið.

Fyri nærri kunning verður víst til heimasíðuna hjá Barnaverndarstovuni www.bvs.fo.

Ynskir tú at gerast umlættingar- ella fosturfamilja hjá barni undir 18 ár?

Ynskja tú og tín familja at gerast umlættingarfamilja ella fosturfamilja hjá einum barni ella ungum fólki, kunnu tit lesa meiri um møguleikarnar á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu www.bvs.fo.

Samband

 

Barnaverndartænastan í VEKS
Oyrarbakkavegur 3
450 Oyrarbakki

Tlf. 667271

Telefontíð: Mánadag – fríggjadag frá kl. 10:00 – 15:00.

Uttanfyri vanliga arbeiðstíð svarar vakttelefonin á tlf. 297200.

 

Teldupostur: bvt@sunda.fo

Leiðari: Karin Joensen