Jólatræ 2019
Mánakvøldið var hálvtrýssinstjúgunda jólatræðshaldið á Eiði á skránni.
 Sera nógv fólk møttu til tiltakið.
 Tiltakið byrjaði við at borgarstjórin bjóðaði vælkomin, síðani spældi Eiðis ljómfelag nøkur Jólaløg.
 Í ár var tað nýggi presturin, Jonhard Jógvansson, sum las søgu fyri børnunum.
 Orsaka av keðiliga veðrinum, varð tiltakið síðani flutt inn í Hólmahúsið, har drekka og rísalamang var at fáa. Eiðis ljómfelag framførdi fleiri jólaløg inni í Hólmahúsinum og at enda komu jólamennirnar eisini við pakkum til børnini.
Sí myndafrásøgn.
 
 
 
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
  
 