Borgarafundur
 8. mars 2021
Týskvøldið 16. mars kl. 19.00 verður borgarafundur hildin í Hólmahúsinum á Eiði.
 Fundurin verður hildin í samband við vindmylluætlanina hjá SEV á Suðurhelvt. Ætlanin við fundinum er at geva SEV høvi at greiða frá, so borgararnir fáa innlit í málið og fáa møguleika at seta SEV spurningar.
 Koronutilmælini verða fylgd, og tí kunnu í mesta lagi 200 borgarar savnast til fundin.
Skrá fyri fundin:
 ⦁ Borgarstjórin bjóðar vælkomin
 ⦁ SEV greiðir frá um ætlanirnar og gongdina í málinum
 ⦁ Møguleiki at seta SEV spurningar
Eiði, tann 8. mars 2021
EIÐIS BYGDARÁÐ

 
 
