ABC fyri sálarheilsu: Bindiklubbur á Látrinum
9. oktober 2023
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Í samband við ABC fyri sálarheilsu, varð skipa fyri tveimum tiltøkum á Eiði í farnu viku. Byrja varð við fiskikapping fyri børn, har nógv spent børn vóru við.
Hóskvøldið eftir, varð skipa fyri bindiklubbi í hugnaligu Látralonini, har ung sum eldri savnaðust til eina hugnaliga løtu við binding, prátið og einum kaffimunni. Sambært fyriskiparunum gekk prátið týtt og nógvar skemtisøgur vóru frammi, so nógvur látur rungaði í hølunum. Møttar vóru áleið 30 kvinnur og sera nógv bleiv bundið.
Alt í alt vóru hetta tvey stak hugnalig tiltøk, sum heilt víst kunnu endurtakast.