ABC fyri sálarheilsu: Spent børn til fiskikapping
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
ABC fyri sálarheilsu er ein verkætlan, sum setir sálarligu heilsuna hjá føroyingum í hásæti. Sjálvi siga tey úr Fólkaheilsuráðnum, at sálarlig heilsa snýr seg um alt tað, ið ger lívið vert at liva. Verkætlanin er í áhaldandi menning.
Verkætlanin fevnir um fleiri tiltøk kring landið, og í ár er Eiðis kommuna vertur fyri tvey tiltøk. Byrjað varð við fiskikapping fyri børn, týsdagin 3.oktober, klokkan 17:00.
Tá klokkan nærkaðist 17:00 leitaðu foreldur og børn sær oman á keiina at fiska. Fleiri børn stóðu longu klár at fiska, áðrenn startboðini ljóðaðu. Agn var sett á húkarnar, og spannirnar vóru tiknar fram. Til hesa kappingina ráddi tað um, at fáa tyngsta fiskin. Nú var klárt.
Tað skuldi ikki ganga lang tíð, áðrenn fyrstu fiskarnir lógu á keiini. Børnini tuskaðu aftur og fram í berum spenningi. Fiska var í ein tíma og hesa løtuna fyltust spannirnar við nógvum fiski.
Millum teir meira sjálvsomu gestirnar hendan seinnapartin var hesin krossfiskurin.
Føroyum so líkt, so hevði veðrið hug at arga okkum hendan tíman, men tað darvaði ikki fiskihugin hjá frammøttu fjøldini. Tilsamans luttóku áleið 34 børn í fiskikappingini, og vinningar vóru latnir til tveir teir tyngstu fiskarnar. Tyngsti fiskurin vigaði 1.6 kg.
Alt í alt var breið semja um, at hetta var eitt hugnaligt tiltak, sum endiliga má gerast afturvendandi.
Tað seinna tiltakið í ABC vikuni á Eiði, verður bindiklubbur á Látrinum, hósdagin 5. oktober, klokkan 19:00.