Aftur møguleiki at fáa kók kl.17:30-18:00

Tey sum ikki høvdu møguleika at koma á Keiina á Eiði fyrr í dag, fáa aftur møguleikan seinni í dag.

Frá kl. 17:30 til kl. 18:00 verður aftur møguligt at fáa sær eitt kók av springaratvøsti.

Tað sum er eftir av springarunum er nú lagt í kølirúm, men verður tikið fram aftur kl.17:30.

Enn er nakað av tvøsti eftir og øll eru sjálvsagt vælkomin.

Vinarliga Eiðis kommuna