Aftur stórur áhugi fyri leiguveltunum
5. mai 2020
Aftur í ár, eru nógv ið hava skrivað seg upp til leiguveltu í Eiðis kommunu. Heili 27 húskir hava skrivað seg upp og fingið játtað eina veltu.
Tað er hugaligt at so nógv taka undir við hesum tiltaki.
20 veltir eru á Eiði og 7 eru í Svínáum.
Eiðis kommuna byrjaði við hesum tiltakið í fjørð, tá var undirtøkan eisini stór.
Leiguveltirnar eru ein liður í at fólk skulu trívast. Veltirnar eru samlaðar á einum stað, so fólk hava møguleika at koma hvørjum øðrum við, røra seg og samstundis fáa tey nakað burturúr.