Áheitan um at rudda Havnaløgini í Eiðis kommunu

Eiðis kommuna heitir á borgarar og fyritøkur, sum ikki hava ruddað lutir og órudd á kommunalum øki, um at beina hetta burtur av økinum skjótast gjørligt. Seinasta freist at fáa lutir ella órudd burtur av økinum er leygardagin 4. juni 2022. Áheitanin fevnir um øll, sum ikki hava leigusáttmála við Eiðis kommunu um øki. Verða lutir ella órudd ikki ruddað burtur innan 4. juni 2022, verður tað burturbeint uttan aðra ávaring og fyri eigarans rokning.