Aldan á vitjan
22. august 2024
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Í dag var forskúlin Aldan á vitjan á kommunuskrivstovuni. Fittu børnini presenteraðu seg fyri starvsfólkunum, fingu ymiskt at vita um kommunal viðurskifti, og fingu tey okkurt søtt afturvið frágreiðingunum.
Hetta kom helst væl við, hendan regnváta fyrrapartin. Eftir eina løtu við góðgæti og práti um mangt og hvat, skrivaðu børnini seg í gestabókina, og vóru avmyndaði saman við borgarstjóranum, Annsy Høghamar.
Eiðis kommuna takkar fyri vitjanina.