Aldan vitjaði á kommunuskrivstovuni

Ì dag fekk kommunuskrivstovan vitjan av forskúlanum Alduni. Afturvið sunkistum og søtmeti, lærdu børnini um kommununa og hvussu hon arbeiðir.
Eisini sungu tey ein sang fyri starvsfólkunum og tað dugdu tey avbera væl!

At enda skrivaðu tey seg upp í gestabókina.

Eiðis kommuna takkar fyri fittu vitjanina!

Myndasavn