Aldan vitjaði á skrivstovuni

Ì dag fekk kommunuskrivstovan vitjan av forskúlanum Alduni. Børnini vóru spent at læra um hvat ein kommuna er, og hvussu hon hongur saman. Annsy Høghamar, borgarstjóri, greiddi frá kommunalu viðurskiftinum.


Børnini gleddu seg til hesa løtuna

Afturvið hesum fingu børnini góðgæti og sunkist. Frá kommununi fingu tey eitt endurskin, ein skriviblokk og ein penn í part.
At enda skrivaðu tey nøvnini hjá sær í gestabókina. Vit í Eiðis kommunu takka fyri vitjanina.