Almenn Móttøka fyri Tóka Fríðrikssyni

Hósdagin kl. 17.00 verður almenn móttøka fyri Tóka Friðriksson á Torginum í Skúlanum við Streymin.

Tóki var við á U21 landsliðnum, sum vann flotta HM bronsumedalju í Pólandi. Tóki er uppvaksin í EB og býr við Norðskála.

Tí fara vit at heiðra Tóka, flotta úrslitinum hjá Føroyum, og fyrsta HM heiðursmerkið í økinum.


Skrá:

Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu heldur røðu.

Tove Kruse Samuelsen, varaborgarstjóri í Eiðis kommunu heldur røðu.

Umboð fyri EB heldur røðu.

Tóki Friðriksson sigur nøkur orð.

Vit bjóða ábit, kaku, kaffi, saft og annað.


Vinarliga

Eiðis kommuna, Sunda kommuna og EB