Altjóða kvinnudagur

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Í dag er altjóða kvinnudagur, og í hesum sambandi fara vit at kaga eftir uppruna dagsins. Í greinini vera eisini sagdar tríggjar søgur um eiðiskvinnur, sum á hvør sín hátt hava mynda og umboða Eiði ígjøgnum árini.

Sosialistiski upprunin

Altjóða kvinnudagurin sum vit kenna hann í dag hevur sín uppruna í USA, har amerikanski sosialistaflokkurin skipaði eitt hátíðarhald í New York, hin 28. februar 1909. Tíðindi um hetta hátíðarhald fóru kring heimin, og høvdu við sær rembingar hinumegin Atlantshavið. Árið eftir, á altjóða ráðstevnuni fyri sosialisiskar kvinnur, sum var hildin í Keypmannahavn, mæltu týsku umboðini til, at seta á stovn ein altjóða kvinnudag. Semja kom tó ikki um eina fasta dagfesting.

Í 1911 var fyrsti altjóða kvinnudagurin á skránni. Dagurin var hildin 19. mars í Eysturríki, Danmark, Týsklandi og Sveits.

Ì 1975 var 8. mars alment ásettur av ST at vera altjóða kvinnudagur.

Tær vunnu í fyrstu royndini

Landskappingin í kvinnuhondbólti fór av bakkastokki í 1943 og í 1947 meldaði EB tvey lið til kappingina. Bæði 1. og 2. deildar liðini gjørdu ikki mætari enn, at vinna meistaraheitini í fyrstu royndini, og 2. deildarliðið vann meistaraheitini í 1948 og 1949.



Frá vinstru: Berlina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Astrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ellingsgaard og Johanna Karolina Jacobsen.


2. deildarliðið hjá EB vann FM-heitið í 1947, 1948 og 1949.
Aftast f.v. Anna Jacobina Joensen og Anna Elisabeth Poulsen. Fremst f.v: Jørgina Joensen, Solveig Jacobsen, Lena Ellingsgaard, Hjørdis Kruse og Hildigarð Festirstein.

Altjóða listakvinnan


Sigrun Gunnarsdóttir er millum kendastu listafólk Føroya. Í 2021 vann hon mentanarvirðisløn landsins, og í 2023 kom heimildarfirmurin Heartist út.  Sigrun hevur havt fleiri listasýningar í Føroyum og uttanlands. Millum annað hevur Sigrun havt framsýningar í norðurlondum, USA, Japan, Kina og Eysturríki.

Í listini hjá Sigrun er menniskjan í miðdeplinum. Við surrealistiskum og naivistiskum sniðið, avmyndar hon náttúru, familju, átrúnað og viðgerð djúp tilveruviðurskifti. Myndevnini hjá Sigrun stava m.a. frá ævintýrum, frá sambandinum millum ættarliðini, úr Grønlandi og úr vælkendum, eins og persónligum søgum.

Besta songkvinna og ársins útgáva


Tónlistakvinnan Anna Katrin Egilstrøð hevur verið sera virkin innan tónleikavinnuna. Árini 2009 og 2010 vann hon ávíkavist heiðurin fyri ársins útgávu og bestu songkvinnu.

Hesar heiðrar vann hon í samstarvið við føroysk-danska bólkin Valravn, sum hon var við til at stovnseta í 2005. Bólkurin gjørdist víðagitin fyri sína samantvinning av fólka og elektroniskum tónleiki.

Saman við bólkinum framførdi hon í 25 londum, og bólkurin hevði tilsamans 3 útgávur. Valravn, (2007), Koder på snor, (2009) og Re-cod3d (2011). Heiðurin fyri ársins útgávu vann bólkurin fyri Koder på snor.

Anna Katrin hevur útbúgving innan elektronisk tónlistaverk (Elektronisk komposition), og saman við dananum Allan Gravgaard Madsen, smíðaði hon symfoniska verkið “BEINTA”, ið hevði heimsfrumframførslu í 2016. Eisini hevur hon givið út sangir sum einstaklingur undir listanavninum ” AkAT”.

Hesar kvinnur eiga allar sín lut í Eiðis søgu og kunnu tær rokna við, at geva íblástur til komandi ættarlið av lokalum gentum og kvinnum.