Altjóða kvinnudagur
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Í dag er altjóða kvinnudagur og í hesum sambandi, fara vit at kaga eftir uppruna dagsins, og í hesari grein vera tríggjar søgur sagdar um Eiðiskvinnur, sum á hvør sín hátt hava mynda og umboða Eiði ígjøgnum árini.
Sosialistiski upprunin
Hesin dagur hevur sín uppruna í New York fyrst í tjúgindu øld.
Tað var Amerikanski sosialistaflokkurin, ið stóð fyri allar fyrsta kvinnudegnum. Hetta var í New York 28 februar 1909. Tey fyrstu árini var dagurin einans hildin av sosialistiskum fylkingum. Fyrsti altjóða kvinnudagur var hildin í 1911 í Eysturríki, Danmark, Sveits og Týsklandi.
Ì 1975 var 8 mars alment ásettur av ST, at vera altjóða kvinnudagur.
Tær vunnu í fyrstu royndini
Landskappingin í kvinnuhondbólti fór av bakkastokki í 1943 og í 1947 meldaði EB tvey lið til landskappingina. Bæði 1. og 2. deildar liðini gjørdu ikki mætari, enn at vinna meistaraheitini í hvør sínari deild í fyrstu royndini, og 2. deildarliðið vann meistaraheitini í 1948 og 1949. Ìtrottartíðindini í 1947 skrivaðu soleiðis;
“Hetta eru gentur, ið vórðu verandi í bygd teirra, og tær knýttu trol og íðkaðu hondbólt. Tær dugdu ikki bert at spæla hondbólt, tær dugdu so sanniliga eisini væl at knýta trol. Eiðisgentur gjørdu tað bragdi at tær vunnu báðar hondbóltsdeildirnar”
Frá vinstru: Berlina Ejdesgaard, Edely Joensen, Lydia Ellingsgaard, Asdrid Ellingsgaard, Anna Abrahamsen, Ása Ellingsgaard og Johanna Karolina Jacobsen.
2. deildarliðið hjá EB vann FM-heitið í 1947, 1948 og 1949.
Aftast f.v. Anna Jacobina Joensen og Anna Elisabeth Poulsen. Fremst f.v: Jørgina Joensen, Solveig Jacobsen, Lena Ellingsgaard, Hjørdis Kruse og Hildigarð Festirstein.
Altjóða listakvinnan
Sigrun Gunnarsdóttir er eitt navn, ið hevur verið av mongum munni tala ígjøgnum ár og dag.
Lokala listakvinnan vann herfyri mentanarvirðisløn landsins. Hetta var hámarkið eftir eitt lív við list.
Sigrun hevur mála alt lívið, og í 1980 var hon útbúgvin á kongaliga listaháskúla Danmarkar.
Fyrsta altjóða sýning hennara var í Japan, á listaháskúlanum í Nagoya. Umframt Japan, hevur Sigrun eisini víst fram list sína í Norðurlondum, Kina og USA. List hennara prýður eisini um listasavnið í Tróndheimi og í Álandi.
Í listini hjá Sigruni er menniskjan í miðdeplinum. Við surrealistiskum og naivistiskum sniðið, avmyndar hon náttúru, familju, átrúnað og viðgerð djúp tilveruviðurskifti. Myndevnini hjá Sigrun stava m.a. frá ævintýrum, frá sambandinum millum ættarliðini, úr Grønlandi og úr vælkendum eins og persónligum søgum.
Besta songkvinna og ársins útgáva
Tónlistakvinnan Anna Katrin Egilstrøð hevur verið sera virkin innan tónleikavinnuna. Árini 2009 og 2010 vann hon ávíkavist heiðurin fyri ársins útgávu og bestu songkvinnu.
Hesar heiðrar vann hon í samstarvið við føroysk-danska bólkin Valravn, sum hon var við til at stovnseta í 2005. Bólkurin gjørdist víðagitin fyri sína samantvinning av fólka og elektroniskum tónleiki.
Saman við bólkinum framførdi hon í 25 londum, og bólkurin hevði tilsamans 3 útgávur. Valravn, (2007), Koder på snor, (2009) og Re-cod3d (2011). Heiðurin fyri ársins útgávu vann bólkurin fyri Koder på snor.
Anna Katrin hevur útbúgving innan elektronisk tónlistaverk (Elektronisk komposition), og saman við dananum Allan Gravgaard Madsen, smíðaði hon symfoniska verkið “BEINTA”, ið hevði heimsfrumframførslu í 2016. Eisini hevur hon givið út sangir sum einstaklingur undir listanavninum ” AkAT”.
Hesar kvinnur eiga allar sín lut í Eiðissøgu og kunnu tær rokna við, at geva íblástur til komandi ættarlið av lokalum gentum og kvinnum.
Keldur til hesa grein:
http://www.hvannrok.fo/2013/02/26/ur-myndasavninum-eidis-boltfelag-fylti-100-ar-24-februar-1/
https://www.edition-s.dk/composer/anna-katrin-oessursd%c3%b3ttir-egilstroe%c3%b0