
Arbeiða við náttúru og umhvørvið í Korndalsgarði og Spíranum
1. mai 2025
Orð og myndir eru innsend frá Korndalsgarði.
Børnini í Korndalsgarði og Spíranum arbeiða í hesum døgum við evninum Náttúra og Umhvørvið, við undurevninum dálking.
Í nakrar dagar hava stovurnar spælt ruskbingo, har børnini hava gingið túrar og funnið ymisk rusk í náttúruni.
Til felagssamling í dag, løgdu stovurnar sínar bingoplátur fram, og børnini fingu eisini undirvísing í evninum dálking.
Evnisdagarnir halda áfram til síðst í mai, og hvør stova arbeiðir við at framleiða eina vøru, ið tey fara at vísa fram á Ommu og Abbadegnum síðst í mai.