Arbeiðsfólk til Eiðis kommunu
Eiðis kommuna søkir arbeiðsfólk til tekniska økið
Eiðis kommuna søkir eftir einum ella fleiri arbeiðsfólkum til tekniska økið at byrja skjótast gjørligt.
Arbeiðsuppgávur
Størvini fevna um vanligt kommunalt arbeiði og røkt av teknisku skipanunum hjá kommununi. Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað:
- arbeiði við kloakk og vatnveiting
- viðlíkahald av vegum og kommunalum økjum
- annað fyrifallandi arbeiði hjá kommununi
Tey, ið sett verða, koma í dagliga arbeiðnum at vísa til arbeiðsformannin, Magnus Paula Hammer.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- ert álítandi og tekur ábyrgd
- ert fleksibul og kanst arbeiða skiftandi arbeiðstíðir, tá tørvur er á tí
- hevur koyrikort
- helst hevur viðkomandi arbeiðsroyndir
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við arbeiðsuppgávum, sum líkjast teimum, ið størvini fevna um.
Løn og setanartreytir
Løn verður ásett sambært avtalu.
Umsókn og nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til borgarstjóran, Jógvan í Skorini, á tel. 740400.
Umsókn saman við møguligum prógvum og ummælum skal vera Eiðis kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 16. september 2026.
Eiðis kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum umsøkjararnar, at seta ein ella fleiri skikkaðar umsøkjarar ella ongan at seta.
