Árligið garðdagurin í Korndalsgarði
Fríggjadagin 30. juni var árligið garðdagurin í Korndalsgarði.
Foreldraráðið skrivar:
Garðdagur er eitt tiltak, sum er afturvendandi hvørt ár, og verða foreldur tá boðin í barnagarðin at hugna og fríðka um saman við børnunum og starvsfólkunum. Tað er ymiskt, hvat hevur verið á skránni frá ár til ár.
Tað er foreldraráðið, ið stendur fyri garðdegnum, og tey síðstu tvey árini hevur foreldraráðið skipað garðdagin eitt sindur øðrvísi enn undanfarnu ár. Tey hava havt ein garðdag, sum er kallaður ein ”arbeiðsdagur”.
Eitt skjal er blivið lagt út í stovurnar, har foreldur fáa at vita, hvat ætlanin er fyri degnum, og so kunnu tey skriva seg á tær uppgávur, ið passa teimum best. Og sigast kann, at nógv er komið burturúr tey seinastu tvey árini. M.a. er ein Magnstøð bygd til súkklandi børnini. Ein rúgva blivið málað, t.d. lítli garðurin innanfyri garðin, blómukassarnir, báturin, vognrúmini o.m.a.
Eisini er annar av stóru sandkassunum, við sandi, sum ikki var góðkendur til stovnsbrúk, burturtikin. Tað gav rúm fyri at innrætta garðin øðrvísi, og soleiðis fingu húsið og báturin eitt heilt annað og betur pláss.
Aftur í ár hevði foreldraráðið høgar ambitiónir, og ynski var at fáa ,,nýggja stykkið” gjørt so mikið spennandi, at tað verður nógv meira brúkt. Sostatt bleiv avtalað at gera ein forðingsbana til børnini, tí at ongin slíkur er í garðinum frammanundan. Tað eydnaðist ótrúliga væl, og uppá nakrar tímar stóð eitt nýtt spælipláss uppi. Har er ein nýggjur forðingsbani við m.a. stabbum at ganga á, rørum at grulva og krógva seg í, og einum A-skapið at klintra upp eftir.
Hetta hevði als ikki latið seg gjørt, uttan øll tey ótrúliga røsku starvsfólkini og foreldrini, sum taka undir við arbeiðinum og ikki eru bangin fyri at bróta upp ermar. Dagurin byrjaði kl. 14 og endaði um 17-18 tíðina, men tey seinastu foreldrini fóru til hús kl. 23.
Í ár fingu børnini eisini vitjan av sjóránarum frá Kæti Barnaundirhald, sum høvdu skipað fyri einari spennandi skattaveiðu, við øllum hugsandi spølum. Børnini vóru spent og ágrýtin at spæla spølini, og sjálvsagt at finna skattin eisini.
Foreldraráðið vil fegin takka starvsfólkunum og foreldrum fyri teirra stóra íkast til arbeiði, og samstundis eisini takka Eiðiskommunu fyri at vera ein góður stuðul og viðspælari. Uttan tykkum øll, so hevði hetta als ikki verið gjørligt.