Ársroknskapurin fyri 2022 samtyktur
Mikukvøldið 31. mai samtykti bygdaráðið í Eiðis kommunu ársroknskapin fyri 2022 á almennum bygdaráðsfundi, ið var hildin í Kolshøll.
Samlaðu inntøkurnar í 2022 vóru 38,4 mió. kr. Hetta var 4,7 mió. kr. ella 13,9 % hægri enn mett var í fíggjarætlanini fyri 2022.
Samanborið við undanfarna roknskaparár var talan um ein vøkstur á 4,0 mió. kr. ella 12,5 %. Inntøkuvøksturin stavar frá einum vøkstri á øllum inntøkupostum – bæði í mun til seinasta ársroknskap og fíggjarætlan.
Rakstrarútreiðslurnar í 2022 vóru 29,9 mió. kr. Samanborið við fíggjarætlanina fyri 2022 var hettar 1,1 mió. kr. ella 5,2 % lægri.
Í 2022 gjørdi Eiðis kommuna íløgur fyri 4,1 mió. kr. Íløgukarmurin í fíggjarætlanini fyri 2022 var 5,1 mió. kr. Størsti parturin av íløgunum er brúkt uppá Kolshøll, Gerðisveg, Korndalsgarð og skúlan.
RLÚ vísir eitt positivt úrslit uppá 4.459 t. kr, í fíggjarætlanini fyri 2022 var roknað við einum negativum RLÚ á 2.250 t. kr, talan er tískil um eitt positivt frávik á RLÚ á samlað 6.809 t.kr í mun til fíggjarætlanina.
Langfreistað skuld var 5,4 mió. kr. við árslok.
Nettoognin við árslok 2022 er á 698 t. kr. í mun til eina nettoskuld á 3.760 t. kr. við árslok 2021.
Ársroknskapurin kann lesast her