
Avtala undirskrivað um vegagerð og byggibúning
Týsdagin 30.12.2025 skrivaðu Eiðis kommuna og RTS undir sáttmála um arbeiðstøku um vegagerð út á Múlaklett og byggibúning undir Kolshjøllum.
Á bygdaráðsfundinum 16.12.2025 samtykti bygdaráðið við greiðum meiriluta, fimm atkvøðum fyri og einari ímóti, bæði at byggja frítíðarskúla og gera sáttmála um vegagerð og byggibúning. Sáttmáli varð gjørdur við Búð um frítíðarskúlan áðrenn jól, og nú er sáttmálin við RTS eisini undirskrivaður.
Tað at fáa veg út á Múlaklett er ikki ein nýggj ætlan í Eiðis kommunu. Ætlanin var bæði frammi í 2006 og aftur í 2016-18. Økið á Múlakletti er lagt av til bústaðarøki í byggisamtyktini fyri Eiðis kommunu.
Vegurin verður gjørdur liðugur fyrstu 90 metrarnar niðan til frítíðarskúlan. Restin av vegnum verður í fyrstu syftu sokallaður arbeiðsvegur.
Vegurin fer at ganga niðarlaga av Kolsvegi, niðan móti sparkivøllinum í skúlanum og síðani sneiða longur niðan á. (sí mynd niðanfyri).
Arbeiðið fer í gongd í januar. Byggibúningin skal vera liðug í apríl og vegagerðin skal vera liðug í juli.
Fyri Eiðis kommunu vóru tað Jógvan í Skorini borgarstjóri og Tove Kruse Samuelsen varaborgarstjóri sum skrivaðu undir. Fyri RTS skrivaði stjóri, Andrias Lamhauge undir.

