Barnadansistevnan 2022
Leygardagin er barnadansistevnan á skránni. Fyriskiparnir siga soleiðis um tiltakið:
Stevnan verður hildin í skúlanum / ítróttarhøllini á Eiði leygardagin 30. apríl.
Stevnan verður sett kl. 10:00 og endar kl. 15:00. yvirskipað skrá kann síggjast her
Til stevnuna koma børn og vaksin úr nærum øllum landinum. Tíverri eru eingin úr Suðroynni við hesuferð.
Luttakaratalið verður uml. 300.
Dansifelagið á Látrinum skipar fyri stevnuni í samstarvi við Sláið Ring.
Í vár varð aftur skipað fyri barnadansi á Látrinum og undirtøkan var sera góð. Hetta sæst eisini aftur í tilmeldingini frá barnadansinum, 26 børn og 21 vaksin.
Børnini hava kvøðið og lært seg fleiri sangir og kvæði. Á stevnuni koma tey at kvøða hesi og okkurt forkunnugt eisini. Børnini á Látrinum fara at skipa Øskudólgur og Sópingarkona, Nykursvísu og møguliga okkurt afturat.
Umframt kvøðing og dans, verður eisini skipað fyri útferð á Niðaru Fitjar. Ein slík útferð er altíð áhugaverd fyri luttakararnar, serliga avbygdafólk. Vit síggja oman í Hólman, har nykurin býr, niðri á Vatni við ríkum fuglalívi og nógvum øðrum.
Á Niðar Fitjum verður steðga á og hugt eftir Risanum og Kellingini. Á veg heimaftur eftir Svannisbrekku sæst, at Kellingin fer undan Risanum. Hon skundar sær, so Risin skal fáa ein heitan munn, tá hann kemur aftur úr torvi – soleiðis søgdu tey fyrr, tá børnini spurdu.
Frá kl. 12:00 til 13:30 fá luttakarnir døgurða.
Frá kl. 13:45 til 14:30 dansa øll saman. Vónandi liggur fyri hjá fleiri vaksnum, at verða við.
Vónandi síggja vit fleiri tykkara meðan stevnan er.