Barnafrádrátturin hækkar
1. desember 2022
Á bygdaráðsfundinum hjá Eiðis kommunu mánakvøldið vóru fleiri mál á skránni. Millum málini kann nevnast skattaprosentið, sum verður verandi á 18,75%, sum er eitt tað lægsta prosentstig landsins.
Eisini verður barnafrádrátturin hækkaður upp í 8000 krónur. Hetta er ein hækking á 500 krónur.
Umframt hetta, var bygdaráðið samt um, at fyri desember mánað í ár verður barnagarðsgjaldið avtikið. Soleiðis at foreldur at børnum í Korndalsgarði fáa eina jólagávu frá Eiðis kommunu. Hetta gjald umfatar øll børn í Korndalsgarði, Alduni og Spíranum.