Barnastafettin 2025

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen. 

Í góðveðrinum 20. mai savnaðust nógv børn og vaksin uttanfyri Korndalsgarð til Barnastafettina 2025. Tiltakið er partur av heilsuvikuni í Eiðis kommunu.

Barnastafettin er ein liður í verkætlan úr Danmark, ið nevnist “Fri For Mobberi”. Tað er Mary fonden og Red Barnet sum hava sett hesa verkætlan í gongd.

Verkætlanin er ætlað børnum í aldrinum 0-9 ár, og leggur dent á ymisk kjarnuviðurskifti, ið skulu basa happing millum børn.

Børnini byrjaðu við stuttari upphiting, ið millum annað varð skipað av maskottinum hjá “Fri For Mobberi”, Bamsuvinur.

Eftir upphitingina varð runni runt barnagarðin. Víst var á, at talan ikki var um kapping, men heldur skuldi dentur leggjast á samstarv, samanhald og vinalag.

Tá ið stafettin var av, handaði borgarstjórin og Bamsuvinurin heiðursmerki og luttakaraprógv til øll børnini ið luttóku.

Myndasavn