Barnatelving í skúlanum
8. februar 2022
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen
Hvørt mánakvøld klokkan 18 skipar talvfelagið Rókur fyri barnatelving í skúlanum á Eiði. Børnini læra mangt og hvat um tað at telva. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at vaksa um grundarlagið fyri telving í økinum. Talváhugin millum børnini á Eiði tykist vera stórur og hetta eru tey glað fyri í Róki.
Eiðis bygd hevur fostra mangan góðan telvara og hvør veit, um ikki ein spírandi stórmeistari sat við eitt borð hetta kvøldi.