Betri vinir – Foreldrafundur fyri foreldur at børnum í Korndalsgarði og Spíranum
– In English below
Góðu foreldur at børnum í Korndalsgarði og Spíranum.
Hósdagin 27. oktober kl. 19:00 verður felags foreldrafundur í Kolshøll. Fyrilesturin snýr seg um átakið ,,Betri vinir”.
· Betri vinir er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing.
· Tilfarið er ætlað 0-9 ára gomlum børnum, foreldrum og starvsfólkum.
· Tað er Barnabati, ið stendur fyri verkætlanini, sum er gjørd í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet.
Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av, hvat happing er, og átakið tekur støði í virðunum: tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.
Foreldraráðini í Korndalsgarði og Spíranum vóna, at uppmøtingin verður sera góð. Kaffi/te og køkur vera at fáa í steðginum.
Meira kunning um Betri vinir er at finna á heimasíðuni hjá Barnabata.
Vit síggjast!
– Foreldraráðini
Dear parents of children in Korndalsgarði and Spírin
on Thursday October 27. at 19 o’clock there will be a joint parents lecture at Kolshøll. The lecture is about an anti-bullying programme called Free of Bullying – Betri vinir in Faroese – which is to help children, parents, and professionals to prevent bullying. When children learn – from a young age – how to be good friends, we also help to prevent bullying in the long term. You can read more about the programme here:
https://www.friformobberi.dk/wp-content/uploads/2020/02/885_FFM_BH_Foraeldrebrev_A4_Engelsk.pdf
The lecture will be in Faroese.
We hope to see many of you.
Sincerely, the parents’ committees in Korndalsgarður and Spírin.