Bingo á alnótini sunnudagin 18:30

Sunnudagin 18. oktober á heimasíðuni hjá Eiðis kommuna

Á Heystfagnaðinum í ár skipar 6. flokkur í Eiðis skúla fyri Heystfagnaðarbingo. Í ár verður bingoið eitt netbingo, so øll hava møguleika at vera við.
Næmingarnir koma at ganga í húsini í Eiðis kommunu at selja bingoplátur og lutaseðlar í viku 41 og 42.
Møguleiki er eisini at ogna sær bingoplátur og lutaseðlar, við at venda sær til foreldur at næmingum í 6. flokki.
Randi tlf. 256171, Marita tlf. 222212.
Spæld verða fimm full spøl, og lutaseðlar verða drignir millum spølini. Plátan kostar 25,- kr. pr. stk. og lutaseðlarnir 5,- pr. stk