Birna í starvsvenjing á skrivstovuni

Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.

Mánadagin 28. august byrjaði Birna Borgarlíð Isfeld í starvsvenjing hjá Eiðis kommunu. Birna er 28 ára gomul og lesur sosialvísindi í samfelagsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Hon verður partur av skrivstovutoyminum fram til desember. Uppgávan hjá henni verður ein verkætlan innan integratión. Hetta er fyrsta fólk, ið Eiðis kommuna hevur í starvsvenjing.
Vit í Eiðis kommunu vilja við hesum bjóða Birnu hjartaliga vælkomnari.