
Bjargingarbáturin fingið endaligu góðkenning
Skrivað hevur Martin Kristoffur Kristiansen.
Mánadagin 16. august var fagnaðarhýrur á keiini á Eiði. Nýggi bjargingarbáturin “Vón” kom til bygdina eftir ferð úr írska býnum Cork.
Nógv fólk vóru savnaði saman fyri at fagnað Eiðis bjargingarfelag, nú verkætlan teirra er komin á mál.
Til tiltakið spældi Eiðis Ljómfelag nøkur løg fyri fjøldini, og røður vóru bornar fram.
Millum røðararnar var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Jacob Vestergaard, ið hevði rósandi orð at bera bjargingarfelagnum, og ynskti hann eisini Eiðisfólki og Eiðis kommunu hjartaliga til lukku og blíðan byr framyvir.
Eftir viðkomandi kanningar var í gjár greitt, at endaligu góðkenningarnar eru komnar upp á pláss, soleiðis at báturin er til reiðar, tá ið tørvur er á honum.